Ummæli av skeltisreglugerð fyri Tórshavnar Kommunu

Samskifti 19. oktober. 2023 | Hoyringssvar

Hoyringssvar frá Samskifti til uppskotið til skeltisreglugerð fyri Tórshavnar Kommunu

Felagið Samskifti, ið er yrkisfelag fyri samskiftisvinnuna, fegnast um, at Tórshavnar Kommuna hevur gjørt skeltisreglugerð, og at vit frameftir hava greiðar mannagongdir at fylgja.

Vit hava tó hesar viðmerkingar:

s. 8
"Skeltisreglugerðin er galdandi, frá tí degi hon verður samtykt í Umhvørvismálaráðnum."

Ynskiligt hevði verið við eini skiftistíð fyri verandi skelti, har møguleiki er at umleggja skeltingina og bíleggja nýggj lógargóðkend skelti, har tað er neyðugt.

Uppskot til broyting:
"Skeltisreglugerðin er galdandi, frá tí degi hon verður samtykt í Umhvørvismálaráðnum. Ánarar av verandi skeltum, ið ikki lúka treytirnar, fáa eina skiftistíð á eitt ár, at broyta sína skelting."

s. 15
Skilnaðurin millum aktiv og passiv skelti, og nágreiningin av sløgunum, er í okkara meting ikki í trá við endamálið í skeltisreglugerðini, sum tað er lýst á síðu 13. Hetta er serliga galdandi fyri virkis- og tænastuskelti og kunningarskelti.

Eitt tílíkt skelti við innbygdum ljósi hevur vanliga dempara ella møguleika fyri dempara. Hetta ger tað møguligt at stýra ljósdálkingini, enntá við tíðaráseting, soleiðis at tað bert lýsir ávís tíðarskeið ella skiftir styrki ávís tíðarskeið á døgninum.

Tí er trupult at skilja uppbýtið millum eitt aktivt skelti og eitt passivt skelti við ljósseting við eitt nú spottum, ið kunnu ljósdálka minst líka nógv ella meira.

Vit skjóta upp, at man heldur býtur upp ímillum skíggjar við skiftandi myndum og skelti við ljósi, og setur markvirði fyri hvør ljósdálkingin kann vera.

s. 17
Av somu orsøk sum omanfyri meta vit ikki, at krøvini, um at virkis- og tænastuskelti og kunningarskelti bert kunnu vera passiv, eru í trá við endamálið í kunngerðini.

Vit skjóta tí upp, at síðsti setningurin í báðum teimum fyrstu reglubrotunum á síðu 17, verður strikaður.

s. 19
"Bert ferðsluskelti góðkend av ferðslu- myndugleikanum mugu verða við almennan vegjaðara."

Í handilsgøtum, eitt nú í Gongugøtuni, Dr. Jacobsensgøtu, Áarvegnum, og á Karlamagnussarbreyt eru virkis- og tænastuskelti á flestu bygningum við vegjaðarar, bæði passiv og aktiv. Eisini eru leys skelti heilt vanlig.

Vit skjóta upp, at orðingin verður broytt til:
"Bert ferðsluskelti góðkend av ferðslu- myndugleikanum mugu verða við almennan vegjaðara. Tó kunnu undatøk gerast í sambandi við leysum skelti - virkis- og tænastuskelti"

s. 20
"Sniðið á húsaveggjar skeltum í miðbýnum, skal vera útskornir bókstavir settir beinleiðis á húsaveggin ella á eina klára plátu."

Vit meta hetta vera sera restriktivt, og móti andanum í reglugerðini. Eitt nú loyvir hetta ikki skelti við búmerkjum, ið ikki eru bókstavir. Her rennur klassiska skeltið av Sparikassatrænum, Skiparin á Sjóvinnubankaskeltinum, Smæran á Smæruni og Veðrurin hjá Landsstýrinum í hug.

Vit skjóta upp, at hetta reglubrotið verður strikað, tí restin av s. 20-21 nágreinar og tryggjar frammanundan, at skeltingin prýðir heldur enn misprýðir.

s. 21
"Pkt. 9. Húsaveggjarskelting í bústaðarøki - virkis og tænastuskelti
• Húsaveggjarskelti fyri virki í bústaðar- øki, kann í mesta lagi vera 0,25 m2 til víddar."

Tað er serliga undranarvert, at virkiskelti hava nógv strangari treytir enn navnaskelti hjá privatpersónum í sama øki, sí punkt. 10.

Nógvar føroyskar fyritøkur hava skrivstovur í bústaðarøkjum, og hesar kunnu ikki longur gera vart við sítt virksemi. Hetta er í okkara metan alt ov restriktivt.

Taka vit J.H. Schrøtersgøtu, ið er bústaðargøta, sum dømi, verður skeltingin ólóglig hjá Skansi Offshore, Nudlavirkinum, Starvsfelagnum, Smæruni og SNJ, umframt kommunalu bygningunum Toylon og Tórshavnar kvøldskúla. Hetta hóast tað er talan um væl sniðgivna og umhugsaða skelting, ið tekur hædd fyri bygninginum. Einasta undantakið er Tórshavnar Kvøldskúli.

Vit skjóta upp hesa orðing:
"Húsaveggjarskelti fyri virkir í bústaðarøki, skal taka atlit til umhvørvið og bygningin, har skeltað verður."

Vit skjóta eisini upp, at aktiv skelti vera loyvd á bústaðarøkjum, men at krøv verða sett til hesi, at tey ikki órógva.

Sniðið á húsaveggjarskeltum í bústaðarøkjum, skal vera útskornir bókstavir settir beinleiðis á húsaveggin ella á eina klára plátu

Somu viðmerking sum á s. 20, vit skjóta upp, at hetta verður strikað.

"• Virkir í bústaðarøkjum kunnu klistra við filmi/foliu á vindeygu men kann tað uppáklistraða í mesta lagi verða 0,25 m2."

Fyri bygningar við stórum vindeygum út móti gøtu, kann hetta vera sera óheppið, eitt nú hjá Barna og Ungdómsmálaráðnum í Smæruni, har man beinleiðis fer at síggja uppundur fólk frá gongubreytini. Vit skjóta upp, at hetta verður strikað.

s. 22
"• Tað er ikki loyvt at seta búmerki, lýsing ella tílíkt á kunningarskeltið."

Vit hava torført við at síggja orsøkina til hesar restriktiónir, tað er altíð gott at vita, hvør avsendarin av kunningini er, tí skjóta vit upp, at hetta verður strikað.