ÁV Og ÁÁ Mynd 610X383

Ársins Virki og Vinnuátakið

Ársins Virki og Vinnuátakið eru afturvendandi á Vinnudegnum, og stórur spenningur er altíð um, hvør vinnur heiðurin hesaferð.

Endamálið við at velja Ársins Virki og Vinnuátakið er at menna vinnuligan hugburð, skapa stoltleika í vinnuni og at økja virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikunum og vanliga borgaranum.

Heiðurin sum Ársins Virki verður latin virki ella fyritøku, sum hevur verið støðug ella vaksandi, og dentur verður lagdur á fíggjarlig úrslit seinastu árini. Virkið skal hava víst framfýsni og áræði innan útflutning, framleiðslu, vøru- og tænastumenning, tøknifrøði, útbúgving ella innan annað øki, og hetta skal eftir styttri áramál hava elvt til menning og vøkstur.

Vinnuátakið hevur áður itið Ársins Átak, men í sambandi við næstseinasta Vinnudag ynskti Føroya Arbeiðsgevarafelag at leggja serligan dent á búskaparliga, umhvørvisliga og sosiala burðardygd, og tí er eisini heitið á heiðrinum broytt. Vinnuátakið verður latið virki ella persóni, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Talan kann vera um einstakt átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.

Í 2023 fingu Navigare Shipping og Battery Briner heiðurin sum ávikavist Ársins Virki og  Ársins Átak.

Í dómsnevndini at velja Ársins Virki og Vinnuátakið sita:

  • Turið Arge, Bank Nordik
  • Jean Djurhuus, Betri Banki
  • Martin Tvede Zachariassen, Fróðskaparsetur Føroya
  • Herálvur Joensen, Umhvørvis- og vinnumálaráðið
  • Niels Winther, Vinnuhúsið
  • Niels Mortensen, P/f SMS (Ársins Virki 2022)

Ársins Virki

Vinnuátakið

2000

Havsbrún

ikki valt

2001

Tórshavnar Skipasmiðja

North Atlantic Fish Fair

2002

Vónin

Teitur Lassen

2003

Vaðhorn

Formula.fo, Total View

2004

Reyni Service

Atlantic Airways, sáttmálin Aker Stord

2005

Faroe Marine Products

Fariga Seafood

2006

Thor

Vinnuvitan

2007

Eik Banki

ikki valt

2008

ArtiCon

Decision3

2009

Bakkafrost

Tórshavnar Matfestivalur

2010

Tavan

Vilt í Suðuroy

2011

Vónin

Jákup Zachariassen

2012

Luna

Varðin Pelagic

2013

Vest Pack

KOKS

2014

Skansi Offshore

MEST & PAM OFFSHORE SERVICE

2015

Bakkafrost

Defined Energy

2016

KJ Hydraulik

Sheep View

2017

Smyril Line

hiking.fo

2018

Articon

FabLab

2019

Poul Michelsen P/F

FÖRKA

2020

Ikki valt

Ikki valt

2021

Formula

Thetis

2022

SMS

TROM

2023

Navigare Shipping

Battery Briner

Vinnarin av Ársins Virki 2023

Vinnarin av Vinnuátakinum 2023