Nýggja Búmerkið HBF 2009

Aliráðstevnan 2024 - fultteknað

11. desember. 2023 | Tiltak | Havbúnaður

Skráin til Aliráðstevnuna 2024

Á árligu aliráðstevnuni hittast fólk í og kring alivinnuna at fáa nýggja vitan, íblástur og at netverka. Eisini verður gjørt status yvir árið í fór, og hugt verður eftir avbjóðingum og møguleikum, sum alivinnan hevur frameftir.

Á skránni verða fyrilestrar um ymisk evni frá bæði føroyskum og útlendskum framløguhaldarum. Eins og áður, eru góðir møguleikar at hitta fólk í og kring vinnuna og at netverka, bæði til tiltakið um dagin og í samband við borðhaldið um kvøldið.

Gjørt skal verða vart við, at framløgurnar á Aliráðstevnuni 2024 ikki verða simultantulkaðar til enskt mál.

Annað á breddanum

  1. Nevndin í Handilsvinnufelagnum hevur skipað seg

    Mikudagin tann 24. apríl var aðalfundur í Handilsvinnufelagnum. Bergur R. Dam Jensen, Gunnar Mohr og Eyðvør Berg stóðu fyri vali, og vóru tey øll afturvald av aðalfundinum.

    06. Mai. 2024 | Handverk og ídnaður
    Nevndin Í Handilsvinnufelagnum
  2. Tonik varpar ljós á KT framburð

    Á ársins Tonik vístu føroysku KT- og fjarskiftisfyritøkurnar fram sítt dugnasemi við stoltleika

    06. Mai. 2024 | KT- og samskifti
    Billede1 (5)
  3. Semingsstovnurin tilkallaður

    Semingsstovnurin er nú komin uppí samráðingarnar við øll fimm arbeiðarafeløgini

    03. Mai. 2024 | Arbeiðsmarknaður
    Seming